Tilmeld dig nyhedsbrevet fra Korsør Biograf Teater...

Plakat for filmen The Islands and the Whales

The Islands and the Whales

Premiere d. 01.01

Vi programlægger ca. en måned frem. Hold dig orienteret om kommende spilletidspunkter for filmen.

The Islands and the Whales er ein nýggjur grindafilmur, har royndi og virðislønti skotski leikstjórin Mike Day eygleiðir og ber søguna hjá øllum pørtum fram á stóra løriftinum uttan at moralisera.
Fyrr hevur Mike Day gjørt heimidlarfilm um súluveiðu á Sula Sgeir, Súluskeri.
Mike Day hevur filmað í Føroyum í fýra ár, frá 2011 til 2014. Tí kennir hann samfelagið og nógv lyklafólk, sum hann hittir og letur siga teirra søgu, fyri og ímóti grindadrápi við egnum orðum.
Pál Weihe er ein høvuðspersónur, ið umboðar kritiska og sakliga sjónarmiðið, har mælt verður frá at eta grind orsaka av heilsuvandanum, ið kemur av øktari kyksilvurdálking. Ein familja úr Kvívík umboðar hina síðuna. Pápin er grindamaður og setur eina æru í at veiða fugl og fisk sum part av sínum samleika. Vit frætta eisini frá abba hansara, ið sigur frá søgum úr gomlum døgum. Men kona grindamannin er útbúgvin sjúkrasystir og er sostatt tilvitað um møguligu vandarnar við at eta grind, og vit síggja tey bæði kjakast. Hetta er ein søga um grindadráp, sum vit aldri áður hava sæð í biografi áður.
Fornisku huldufólkini gerast ein metaforur fyri javnvágina millum menniskja og náttúru í modernaða samfelagnum. Skulu vit gevast at drepa grind og missa eina elligamla siðvenju, ið er inngrógvin í okkara samleika? Skulu vit lata børn okkara eitrast av kyksilvuri og dálking í havinum? Hetta eru spurningar, ið heimildarfilmurin The Islands and the Whales vil hava okkum sjálvi at svara.
”Filmurin er ein visuelt og frásagnarliga hugbindandi uppliving við grindadrápinum sum reyðum tráði. Søgan er persónsdrivin og heldur seg tætt uppat grindadrápinum, soleiðis sum tað gongur fyri seg í føroyska samfelagnum. Tó er filmurin ikki óneyðuga partískur ella moraliserandi á nakran hátt. Viðurskiftini vera lýst uttan støðutakan, og hyggjarin má sjálvur meta um”, sigur ummælarin Knút Háberg Eysturstein.
Filmurin varar 84 minuttir, hevur føroyska talu og enskan undirtekst. Eftir sýningina svarar leikstjórin, Mike Day, spurningum.

Længde: 1:24
Censur:
Mere info
Lørdag 25.03.2017
  • 16:00- Sal 1
    BestilKøb

    CPH:DOX

    Hvalfangersamfundet på Færøerne står over for en skillevej. Deres traditionsrige livsstil med hvalfangst bliver truet af forurening, der har gjort hvalspisning livsfarligt, samtidig er der pres på fra dyrevelfærdsorganisationer, der vil stoppe deres hvaljagt, men er færingene i stand til at ændre livsstil og er de overhovedet interesserede i det. Filmen skildrer godt valget mellem tradition og overlevelse, samtidig med at det bliver illustreret hvordan global forurening kan påvirke et ellers lille og isoleret samfund. Simultanvisning med debat og Q&A med instruktøren DOX:ON:TOUR sætter fokus på aktuelle og debatskabende temaer, som bliver fundet i tæt samarbejde med de lokale visningssteder, partnere og gymnasier.